Ítróttur Konsertir Ráðstevnur Fólkaheilsudepil Um høllina
Samband

Fólkaheilsudepil

Gransking í ítróttar og fólkaheilsu.

Fólkaheilsudepil 

Gransking og fólkaheilsa

Avtala er gjørd ímillum Fróðskaparsetrið og Við Tjarnir viðvíkjandi uppbygging og rakstri av einum kropsligum testsentrið í nýggju stórhøllini.

Testsentrið verður skipað soleiðis:
Útgerð, sum Fróðskaparsetrið hevur ræðisrætt yvir, og sum Vinnuframi hevur keypt inn, verður flutt av granskingarsetrinum iNOVA í nýggja testsentrið í Við Tjarnir, umframt at onnur testútgerð, sum Fróðskaparsetrið eigur, verður eisini flutt í testsentrið. “Tracking-útgerð” verður eisini keypt og sett upp í høllini, umframt at testsentrið so líðandi verður útbygt við aðrari útgerð, tá ið fígging er til tess.

Fróðskaparsetur Føroya hevur ræðisrætt til testsentrið, sum eisini kann brúkast til aðrar granskingarverkætlanir og undirvísing, og leiðarin í granskingarbólkinum í ítróttafysiologi hevur vegna Fróðskaparsetur Føroya, ta yvirskipaðu leiðslu á testsentrinum. Fróðskaparsetrið eigur tær dátur, ið verða samlaðar inn í sambandi við verkætlanir, og Setrið hevur ábyrgd av at dátur verða viðgjørdar og goymdar í samsvari við persóns- og datalóggávu. Hálva hvørt ár hittast Fróðskaparsetrið og leiðslan Við Tjarnir at eftirmeta og um neyðugt tillaga arbeiðið í testsentrinum. Við Tjarnir veitir hóskandi hølir og umstøður til testsentrið. Báðir partar kunnu siga avtaluna upp við eitt árs freist.

Ein “ph.d.-skrivstova” ella testsentursskrivstova við tveimum-trimum skrivstovuplássum verður í høllini við allari vanligari skrivstovuútgerð, og tá ið høllin letur upp, flyta tvey vinnu-ph.d. við ítróttarfakligari bakgrund inn í høllina, har tey fara at hava sítt dagliga virksemið. Umframt dagligu leiðsluna av testsentrinum, skulu tey vinnu-ph.d. -lesandi veita tænastur til ítróttalið, ið brúka høllina og byggja upp og skipa fyri kropsligari venjing av eldri borgarum og barnagarðsbørnum í Tórshavnar kommunu. Onnur ph.d.-verkætlanin hevur fokus á úrvalsítrótt, meðan hin hevur fokus á fólkaheilsu. Tey vinnu-ph.d.-lesandi vísa til leiðsluna Við Tjarnir, og leiðarin í granskingarbólkinum í ítróttafysiologi hevur fakligu ábyrgd av ph.d.-verkætlanunum og innihaldinum í testsentursarbeiðinum. Tey vinnu-ph.d.-lesandi verða innskrivað til ph.d.-lestur á ph.d.-skúlanum á Fróðskaparsetrinum, ið veitir vegleiðing, skeið og umsiting av ph.d.-útbúgvingini. Fígging verður fingin til vega til tvey ph.d.-lesandi triðja til fjórða hvørt ár, har ein partur verður nýttur til húsaleigu.