Ítróttur Konsertir Ráðstevnur Fólkaheilsudepil Um høllina
Samband

Ítróttur

Tjóðleikvøllur hjá innandura ítrótti

Við Tjarnir

Altjóða hentleikar - nýggir møguleikar

Við Tjarnir kann hýsa landsdystum hjá A-landsliðunum og landsdystum og altjóða kappingum hjá flest øllum innandura ítróttagreinunum í Føroyum.

Høllin hevur framúr góðar um støður til venjingarlegur, bæði hjá føroyskum ítróttafeløgum og ítróttafeløgum uttan úr heimi.

Ítróttafólk, ítróttafeløg og landslið okkara hava sett sær mál at røkka ítróttaligu tindunum.Málsetningar av hesum slag seta krøv til bæði karmar og innihald, og ein partur av umhvørvinum í einum úrvalsítróttaumhvørvi fevnir um eitt testsentur, sum kann skipast í samstarvi við ÍSF, ymisku sersambondini innan ítrótt og ítróttafeløg.

Fjølbroytt høll

Venjingarmøguleikar

Við Tjarnir fer at hýsa nógvum ymiskum ítróttagreinum, umframt at vera heimavøllur hjá flestu landsliðunum í innandura ítróttagreinunum.

Við Tjarnir, kann millum annað hýsa:
- hondbólt
- flogbólt
- kurvabólt
- badminton
- dans
- boksing
- dart
- bogaskjóting
- gaming
- frítíðarítrott (t.d. innandura fótbólt)

Fyrispurningar og ynskir

Longu ber til at koma við fyrispurningum og ynskjum.
Send okkkum eini boð við tínum tonkum.

info@tjarnir.fo