icon burger

Ítróttur við Tjarnir

Til venjing og dyst

Vit leiga høli út til øll hugsandi høvi.

Við Tjarnir er ein stórur bygningur við einari grundvídd upp á umleið 5000 m2. Bygningurin er í trimum hæddum við einari samlaðari gólvvídd upp á umleið 8100 m2.
Samlaða spæliflatan er 2480 m².

Vit hýsa landsdystum hjá A-landsliðunum og landsdystum og altjóða kappingum hjá flest øllum innandura ítróttagreinunum í Føroyum.

Við Tjarnir er ein lætt broytiligur bygningur, skilt soleiðis, at tað er lætt og skjótt at broyta uppseting  frá venjingarhøll til ein landsdyst, til eina konsert ella eitt samfelagsmøti.

Samanumtikið bjóðar Við Tjarnir øllum føroyingum til tiltøk av alskyns slag og lyfta støðið fyri upplivingarmøguleikum í Føroyum – øllum borgarum í landinum til gleði og gagns. Við Tjarnir ber við sær ávísa nýskapan, og fyriskiparar kring landið skapa nú nýggj annarleiðis tiltøk, sum vit kanska ikki eru von við í Føroyum.

Bílegg hallartímar

Hevur tú hug til at spæla eitt nú fótbólt ella badminton við tínum vinfólkum? Bílegg hallartímar við Tjarnir.
Í høllini er útgerð til hondbólt, fótbólt, badminton, flogbólt, tennis, kurvabólt.

Fyrispurningar

Súsanna Sondum
Coordinator/Samskipari