
Konsertir og tiltøk
Fyrispurningar og ynskir
Longu ber til at koma við fyrispurningum og ynskjum.
Send okkkum eini boð við tínum tonkum.
info@tjarnir.fo
Við eini grundvídd upp á 5000 fermetrar og samlaðari gólvvídd á 8100 fermetrar er við Tjarnir størsta høllin í landinum.
Spæliflatan er 2480 fermetrar og kann sostatt hýsa landsdystum hjá A-landsliðum í hondbólti umframt altjóða kappingum hjá flestøllum innandura ítróttagreinum í Føroyum.
Til hondbóltsdystir kunnu 2.200 fólk sita, og 500 standa. Til sitikonsertir kunnu vit selja 3.200 atgongumerki, og standikonsert heili 4.700 atgongumerki.
