icon burger

Ein risi í hoyvíkshaga

Við eini grundvídd upp á 5000 fermetrar og samlaðari gólvvídd á 8100 fermetrar er Við Tjarnir størsta høllin í landinum. 

Spæliflatan er 2480 fermetrar og kann sostatt hýsa landsdystum hjá A-landsliðum í hondbólti umframt altjóða kappingum hjá flestøllum innandura ítróttagreinum í Føroyum.

Til hondbóltsdystir kunnu 2.200 fólk sita, og 500 standa. Til sitikonsertir kunnu vit selja 3.200 atgongumerki, og standikonsert heili 4.700 atgongumerki.

Høllin er bygd soleiðis, at tað er lætt og skjótt at broyta uppseting – eitt nú kann landsdystur vera fríggjadag, konsert leygarkvøld, og ráðstevna sunnudag.

Vilt tú leiga høli við Tjarnir?

Vit hava eina rúgva av ymiskum rúmum í ymiskum støddum við ymiskum endamálum. Tey hava tó øll eitt í felag – tú kanst leiga tey! 

Hevur tú spurningar, rís ella rós, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Regin W. Dalsgaard
CEO/Stjóri

Súsanna Sondum
Samskipari