Flying Superkids
Nú koma Flying Superkids aftur til Føroya, og tú kanst gleða teg!
Atgongumerkjasølan til framførslurnar hjá Flying Superkids, sum verða í Føroyum leygardagin 28. februar kl. 16 og sunnudagin 1. mars kl. 15, er byrjað.
Flying Superkids er eitt fimleikalið hjá Gymnastikgården, sum liggur í Aarhus V. Umleið 45 børn og ung eru við á liðnum, sum hvørt ár ferðast kring heimin við sínum forvitnisligu og bergtakandi framsýningum.
Framsýningarnar hjá Flying Superkids verða í stórhøllini við Tjarnir, og tú kanst gleða teg til eina øðrvísi uppliving saman við allari familjuni.

við Tjarnir