Queen Machine
Ivaleyst besta Queen show í Evropa, Queen Machine, spælir við Tjarnir 12. september 2026.
Queen Machine hevur seinastu 10 árini spælt omanfyri 700 konsertir kring Evropa og USA. Í heimlandinum Danmark, hava nakrir av størstu festivalunum og spælistøðum lagt pall til hetta stórsligna showið. Hvør einasta konsert er eitt stórsligið og kompromisleyst show við nógvari orku og spæligleði.
Ódeyðiligu hittini hjá Queen fáast satt at siga ikki betri á palli enn, tá Queen Machine framførir tey. Hetta er eitt einastandandi show, ið rakar áskoðaran beint í hjartað. Úr stóru lagaskjáttini hjá Queen leverar Queen Machine hitt sum; We Will Rock You, Bohemian Rhapsody, I Want To Break Free, A Kind Of Magic, Don’t Stop Me Now og Somebody To Love. Her er einki spart, tá tað snýr seg um konfetti, ljós og pallbúnar.
2025 byrjaði við fýra útseldum konsertum í Operahúsinum í Keypmannahavn við showinum “Our Night At The Opera”. Árið endar við yvir risastórari konsertferð, sum tekur støði í 40-árs hátíðarhaldinum fyri LIVE AID-konsertina frá 1985.
Í september 2026 sleppur tú at uppliva teir á føroyskum palli. Atgongumerkjasølan er byrjað, og atgongumerki fáast til keyps her á síðuni. Les meira um á epiclive.fo.
Árið í ár byrjaði við at bólkurin varð boðin at heiðra donsku Evropameistarunum í hondbólti, tá teir komu heim við steypinum.
Eftir hetta hava festivalar og konsertpallar kring alt Danmark havt vitjan av Queen Machine. Seinast var tað eitt fult Tivoli í Keypmannahavn, ið sang við til allar klasikarararnar hjá Queen.
Áðrenn alt fylgið við lastbilum verður koyrt umborð á bátin í sambandi við konsertina við Tjarnir, spælir Queen Machine í Tivoli Friheden í Århus, og eftir framførsluna við Tjarnir, eru bæði Royal Arena í Keypmannahavn og í Boksen í Herning á skránni.
Hvør einasta konsert er eitt stórsligið og kompromisleyst show við nógvari orku og spæligleði.
Flýggja til tónleikin í 30 ár
Tað verður ein av allarstørstu føroysku rokkbólkunum, Moirae, ið hitar pallin upp til Queen Machine. Hetta er fyrstu ferð í 7 ár, at Moirae spælir konsert alment. Konsertin er somuleiðis eitt hátíðarhald av, at 30 ár eru liðin, síðan fyrsta útgávan hjá Moirae kom út.
Í nítiárunum var bólkurin sera nógv virkin. Teir vunnu allar fyrstu Prix Føroyar kappingina og spældu bæði heima og úti, inntil teir á ólavsøku 1998 góvust.
Á Summarfestivalinum 2019 hevði bólkurin eina come back konsert, men hevur ikki verið á palli síðan.
Bólkurin gav tvær fløgur út, sjálvnevndu útgávuna Moirae í 1996 og Sangir úr náttini í 1998. Hesar fløgur standa sum varðar í føroyskum rokki, og sementera Moirae sum ivaleyst størsta navnið í føroyskum rokki í nítiárunum. Løg sum “Eg flýggi til tónleikin”, “Tú”, “Hvussu kann eg vita”, “Myndugleikin”, “Brillumenn” eru langt síðan vorðin fólkaogn.
Ger teg til reiðar at flýggja til tónleikin enn einaferð tá Moirae hitar upp fyri Queen Machine á Føroya størsta innandurða palli.
I Want It All – pakkin til tín, sum vilt hava alt
“It’s a kind of magic.” sungu Queen, og leygarkvøldið 12. September 2026 verður júst tað – ein heilt magisk uppliving við Tjarnir, har tú kanst njóta eina fullkomna samanseting av mati, drekka og fantastiskum tónleiki við Queen Machine. Umframt konsertupplivingina, er alt møguliga annað I Want It All pakkanum, ætlaður teimum, sum vilja hava tað besta, uttan nakrar avmarkingar:
Pakkin hevur:
Atgongumerki til konsertina
Ein leskilig og stór I Want It All–buffet og gott úrval av frímum drykkivørum alt kvøldið
Føst sitipláss í Risastovu og bestu plássini á tribununum
Avlagt sitiøkið á bestu plássunum á tribununum
Møguleikan at møta upp frammanundan, og byrja kvøldið í ró og góðum lag
Og fram um alt:
“We will, we will rock you” – og tú verður partur av tí heilt stóru Queen upplivingini, tá risashowið verður sett upp við Tjarnir.
Njót eitt heilt kvøld við Tjarnir við mati, drekka og fantastiskum tónleiki.
Hetta er pakkin til tín, sum veruliga vil kunna siga:
I Want It All – og eg fekk tað alt.

Tjarnir