Tinghella
Innan fyri hesar fýra veggir sleppa hugskotini at bólta sær. Tinghella hóskar seg til bæði toymisfundir og smærri framløgur. Eitt kompakt og privat, men sanniliga eisini effektivt og produktivt fundarhøli.
Vit hjálpa fegin við at tillaga hølið til tykkara tørv, so at tit fáa ta bestu upplivingina!
Um navnið
Hetta lítla fundarhølið eitur eftir gomlum tingstaði í Eysturoynni. Á hesum tingstaði komu fornir høvdingar saman at tingast – júst sum vinnulívsfólk, ítróttafólk o.o. tingast áðrenn dyst, konsert ella ráðstevnu.
