icon burger

Føroya Størsta Jólaborðhald

Enn størri – og enn betri

Vit gleða okkum at bjóða tykkum vælkomnum til Føroya Størsta Jólaborðhald við Tjarnir.

Sum í fjør verður Ja-Liðið húsorkestur, og saman við eini stjørnurøð av føroyskum gestasangarum fara tey at syrgja fyri undirhaldinum gjøgnum borðhaldið.

Á pallinum kunnu vit m.a. gleða okkum til Marius Ziska, Danny, Jens Marna, Lailu & Maluna, Eyðun Nolsøe, Jón Jacobsen  og fleiri onnur.

Hotel Hafnia og Hotel Brandan borðreiða við frálíkum mati, og eitt stórt lið av tænarum og hjálparfólki fer at tryggja, at kvøldið verður eitt heilt serligt upplivilsi.

Matur og drekka

Brellbitar og boblur við komu
3-rættað  jólamatskrá
frá Hotel Hafnia og Hotel Brandan

Óavmarkað drykkjuvøra undir borðhaldinum
Sodavatn, øl/cider og vín
Kaffi/te og avec

Skrá

Kl. 18.00 – Dyrnar lata upp
Kl. 18.40 – Vit sessast
Kl. 19.00 – Startskotið ljóðar – matur, tónleikur og nógv undirhald
Kl. 23.45 – Borðhaldið endar
Kl. 23.45 – Dansurin byrjar í Føroya størsta náttklubba

Bussar verða tøkir eftir tiltakið.

Bíleggingartreytir

✦ Avroknað verður við bílegging.
✦ Vit veita fult endurgjald, um boðað verður frá avlýsing í seinasta lagi 1. november 2026.
✦ Eftir 1. november er bíleggingin bindandi.
✦ Avlýsingar skulu sendast til booking@epiclive.fo.

Vit gleða okkum til eitt fantastiskt kvøld saman við tykkum – enn størri og enn betri enn í fjør! 🎄🥂🎶

Fyritøka ella størri bólkar

Fyritøkur ella størri bólkar hava møguleika at bíleggja borðservering til borðhaldið.

18 ára aldursmark.

Við fyrivarni fyri broytingum í skrá. 

SAT 05 DEC
18:00
Map Pin við Tjarnir
Category Icon