Ólavsøkan byrjar við Tjarnir
Sunnudagin 26. juli letur Hoppilundin við Tjarnir upp í ólavsøkuhami. Opið verður frá kl. 13.00 til 18.00, og lagt verður upp til ein hugnaligan familjudag við spæli, undirhaldi og góðum ólavsøkustemningi.
Í Hoppilundini verða hoppiborgir, mini golf, MySelfie og undirhald. Filip og Bjarki, sum nógv kenna frá Hoydalar-sendingunum, koma at syngja og spæla, og Klovnurin Bubu kemur eisini at undirhalda.
Sølubúðirnar við Tjarnir hava opið, og har verður møguligt at keypa millum annað franskan hotdog, poppkorn, candyfloss, blandað bomm, sunkist og sodavatn. Eisini ber til at keypa BALLÓNIR!
Skráin:
Kl. 14.00: Filip
Kl. 15.00: Klovnurin Bubu
Kl. 16.00: Bjarki
Vit gleða okkum at bjóða børnum, familjum og barnsligum sálum vælkomin í Hoppilundina við Tjarnir sunnudagin 26. juli frá kl. 13.00 til 18.00.
Kostnaður kr. 100 + avgreiðslugjald fyri børn upp til 16 ár. Foreldur ókeypis, tó skulu børn vera í fylgi við einum vaksnum.
Keyp atgongumerki á www.tjarnir.fo.
Vit hoppa hægri – Vit síggjast við Tjarnir!

við Tjarnir